Mynd: Hagstovan.

Sølan av klæðum og fótbúnaði minkað nærum 10 prosent

vinna26-06-2020 - 11:46 - Jóanis Nielsen

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 1. ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Seinastu tølini vísa, at umsetningurin fyri klæðir og fótbúnað var nærum 10 prosent minni 1. ársfjórðing 2020 samanborin við umsetningin 1. ársfjórðing 2019, meðan umsetningurin av matvørum og húsbúnaði er vaksin ávikavist 12 og 7 prosent.

Ymsu tiltøkini, sum byrjaðu um hálvan mars í ár við endamálinum at basa útbreiðslu av korona-smittu, hava ivaleyst ávirkað samfelagið á ymsan hátt, og ein viðkomandi spurningur at seta sær í hesum tíðum vil vera, um keypshugur og nýtslumynstur hjá húsarhaldunum broytist. Seinast dagførdu hagtølini um smásølu fevna tó um tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, har tiltøk til tess at basa korona-smittu vóru galdandi í minni parti av tíðarskeiðinum. At millum annað ávísir handlar valdu at steingja frá hálvum mars, sæst uttan iva aftur í hesum tølunum.

Serliga merkisvert í hesum hagtølunum er, at umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði var nærum 10 prosent minni 1. ársfjórðing í ár í mun sama ársfjórðing í fjør. Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er mongdin av seldum vørum í hesum vørubólki 12 prosent minni 1. ársfjórðing í ár samanborið við 1. ársfjórðing í fjør.

"

Umsetningurin fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir hinvegin ein vøkstur á 12 prosent frá 1. ársfjórðingi 2019 til 1. ársfjórðing í ár. Prísir á hesum vørum eru øktir í miðal 2,6 prosent og umroknað til mongdir hevur vøksturin verið 9 prosent.

"

Vøksturin í sølu av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hevur seinastu umleið 10 árini verið størri enn sølan av klædna- og matvørum. Fyri henda vørubólkin eru prísirnir seinastu 10 árini í miðal eisini minkaðir, so umroknað til mongdir, er munandi meira selt at hesum vørum í mun til aðrar smásøluvørur. Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð vísa seinastu tølini, eins og við mati og drykkjuvørum, lutfalsligan stóran árligan vøkstur á 7 prosent í søluni frá 1. ársfjórðingi 2019 til 1. ársfjórðing 2020.

"

Dagførdu tølini fyri smásøluna eru at finna íhagtalsgrunninum.