Søkt verður eftir Sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna í Vágum

vinna21-09-2018 - 15:21 - Jóanis Nielsen

Vit søkja eftir einum dugnaligum Sosialráðgeva, til eitt avbjóðandi starv, á einum spennandi arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv á 39 tímar um vikuna.

Starvið skal setast tann 1. november 2018 ella skjótast til ber.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um Barnavernd. Arbeiðið fevnir millum annað um málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin.

Førleikakrøv

Umsøkjarin skal vera útbúgvin sosialráðgevi ella hava aðra samsvarandi útbúgving, sum er viðkomandi, í mun til barnaverndarøkið.

Ynskiligt er, at umsøkjari hevur royndir við at journalisera.

Persónlig førleikakrøv og royndir

Umráðandi er at tann, ið settur verður,

  • er fleksibul, arbeiðssamur og hevur góð samstarvsevnir.

  • er ábyrgdarfullur, miðvísur og kann arbeiða sjálvstøðugt

  • er jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir.

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið og lønt í lønarflokki VII.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Johansen, leiðara, á telefon 794430 ella á teldupost regin@vaga.fo

Umsókn

Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndum og revsiváttan, skal vera Barnaverndartænastuni í Vágum, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella bvt@vaga.fo í hendi í seinasta lagi 12. oktober 2018.

Seturnarsamrøður verða í viku 42.