Søkt verður eftir røktarstarvsfólkið til Heimatænastuna í Vágum

Lýsing18-01-2020 - 10:30 - Jóanis Albert Nielsen

 Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veitur tænastu til borgarar sum búgva í Sørvágs- og Vága Kommunu. Vit hava nógvar spennandi uppgávur, og leita eftir starvsfeløgum sum ynskja at lyfta hesar uppgávur saman við okkum.

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Heimatænastuna, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurvenjing.

Hvør starvsbólkar sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Okkum vænta heilsurøktarar og heilsuhjálparar til deildina á Uppistovu á Heiminum á Sýnini.

Førleikakrøv

  •   Útbúgving, prógv og autorisatión sum heilsurøktari

  •   Útbúgving, prógv sum heilsuhjálpari

  •   Tú skal hava hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og hava evnini at vera málrættað/ur og

    skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið og megna at geva títt uppbyggjandi íkast til eina

    broytingartilgongd, sum nýggja Heimatænastan í løtuni er í

  •   Tú skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv

    og ábyrgd

  •   Tú skal hava evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

  •   Tú skal verða empatiskur í tínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

    Hesi størv eru leys til setan:

4 starvsfólkum til fast starv sum heilsurøktari, heilsuhjálpari á starvsbrøk 0,8 at byrja 1. Mars 2020 ella eftir nærri avtalu

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru til størvini, tilskilar Heimatænastan sær at seta hjálparfólk og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

Setanarviðurskifti

Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Starvið er skipað undir deildarleiðan á Uppistovuavvarðandi deild á Sýnini. Starvið er í skiftandi vaktum.
Møguleiki er fyri lægri brøki.

Upplýsingar um størvini

Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Jóngerð M. Nielsen, leiðara í Heimatænastuni í Vágum á tlf. 793201 ella skriva til jongerd@htv.fo.

page1image122193600

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: htv@htv.fo
Viðmerk: “Røktarstarvsfólk til Uppistovu”

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 3. Februar 2020 kl. 12.00.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.