Søkt verður eftir leiðandi húsavørði

Lýsing19-11-2020 - 20:03 - Jóanis Albert Nielsen

 Søkt verður eftir leiðandi húsavørði  til Sørvágs kommunu at byrja 15. desember 2020, ella eftir nærri avtalu.

 

Arbeiðsuppgávur:

Umsjón og røkt av øllum bygningum í kommununi. Umframt hetta skal hann saman við hinum húsavørðunum hava eftirlit við hita-, el og luftskipanum.

Sørvágs kommuna roynir alternativar orkumøguleikar, tá talan er um upphiting. T.d. hevur skúlin sjóhitaskipan. At hava áhuga og innlit í nýggjar orkumøguleikar er ein fyrimunur.

Nýggi húsavørðurin er leiðari fyri húsavørðunum og reingerðisfólkunum. Hann vísir til umsjónarleiðaran.

 

Førleikar:

Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.

 

Eginleikar:

Arbeiðið inniber nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið, at tann í sett/ur verður er fyrikomandi og dugir væl við fólki.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv.

Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag.

 

Umsókn við prógvum, viðmælum og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast til:

 

Sørvágs kommunu

Varðagøta 8

380 Sørvágur

sorvag@sorvag.fo

 

Umsóknin skal merkjast “Leiðandi Húsavørður”

Eru spurningar, fæst meira at vita við at ringja á tlf. 363200 ella 233205.

 

Sørvágs kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjarnar ella ongan at seta.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Umsóknirnar skulu verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi 04. desember 2020 kl. 12:00.