Søkt verður eftir heilsuhjálpara

Lýsing10-11-2017 - 16:51 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir heilsuhjálpara á brøki 0,75 til Heimatænastuni í Vágum til setan 1 Januar 2018.

Starvið er at arbeiða úti í heiminum hjá borgaranum.Heisluhjálparin virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki. Tann setti kemur at hava tætt samstarv við heimasjúkrarøktarfrøðingar og terapeutar í Heimatænastuni.

Starvskarmar- og innihald

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.

Førleikakrøv

· Prógv sum heilsuhjálpari.

· Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið.

· Skal megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í.

· Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd.

· Skal megna at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.

· Skal vera vinarligur og empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.

Vit bjóða

· Menning í skipaðum felagsskapi og fastlagdir fundir.

· Stóra ávirkan á menningina av rehabiliteringini í Heimatænastuni í Vágum.

· Góða innleiðslu.

Setanarviðurskifti

Starvið er skipað undir deildarleiðaranum fyri útiøkið í Heimatænastuni. Starvið er í skiftandi vaktum.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið.

Upplýsingar um størvini

Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Halldis Joensen leiðara á tlf. 793201

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: htv@htv.fo

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 24. november 2017 kl. 12.00.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.