Søkt verður eftir einum húsavørði til Sørvágs kommunu

Lýsing06-06-2019 - 14:03 - Jóanis Albert Nielsen

 Søkt verður eftir 

1 húsavørði til Sørvágs kommunu

 at byrja 12.08.2019

 

Arbeiðsuppgávur:

 

ñUmsjón og røkt av øllum bygningunum hjá kommununi.

 

 

Førleikar:

Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.

 

Eginleikar:

Arbeiðið hevur við sær nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið at tann, í sett/ur verður, er fyrikomandi og dugir væl við fólki.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv

Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

 

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Sørvágs kommunuVarðagøtu 8, 380 Sørvági ella sorvag@sorvag.foí hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 01. juli 2019 kl. 12:00. Merk umsóknina: Húsavørður

 

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu á tlf. 363200 ella teldupost: sorvag@sorvag.fo.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjaranum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum