Søk um jólahjálp frá SMS

26-11-2020 - 09:20 - Jóanis Albert Nielsen

Í nógv ár hevur SMS latið familjum við fíggjarligum avbjóðingum jólahjálp.Endamálið við Jólahjálpini er at lætta um og geva børnum møguleika at fáa eini góð og hugnalig jól saman við sínum kæru. Jólahjálpin frá SMS er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum. Tó kunnu pør við børnum eisini søkja. Til samans hundrað SMS-gávukort upp á 1.000 kr. verða latin.

Frá fríggjadegnum 27. novembur til og við fríggjadagin 4. desembur ber til at søkja um jólahjálp inni á heimasíðuni hjá SMS, sms.fo. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava størstu avbjóðingarnar fíggjarliga. Jólahjálpin verður send út í viku 50.