Søguforteljing í Hentzar'sa handli á Vesturskin

Mentan17-08-2019 - 10:25 - Jóanis Nielsen

Í sambandi við

Vesturskin verður søguforteljing í Hentzar'sa handli úti á Bakka í Sandavági sunnudagin 18. august kl.14.
Rakel Helmsdal - writer lesur bókina, sum kemur út í næsta mánaða, ‘Loftar tú mær? – ein blíð søga um deyðan’.

UM BÓKINA:
Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. Lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað …

Tiltakið er ókeypis og fyri allar aldrar.

Sí skránna á Vesturskin her