Søgan hjá Vón undir seinna heimskríggi (4. partur)

Mentan04-06-2020 - 21:00 - Jóanis Albert Nielsen

Heri Árnason Simonsen: Søgan hjá "Vón" undir seinna heimskríggi (4. partur av 4)- Sandavágsmaðurin, SIgurð Rudolf Frants Simonsen (1912-1994) - Peni-Sigurð greiddi frá í 1989. Abbasonurin, Heri tók upp og hann hevur snøggað og klipt samrøðuna til hendan miðilin. Hetta er 11. partur av samlað 11 pørtum við bandaðu frásøgnini hjá Pena-Sigurð. Hesin parturin snýr seg um tey seinastu krígsárini. Stuttligar hendingar komu eisini fyri, m.a. tá Mortan í Hvannasundi mistók "Vón" at verða eitt íslendskt verjuskip. Sigurð hevur sum skipari á Vón ein stuttligan samanbrest við eitt sløkkilið hjá amerikanska herinum í Reykjavík aftaná eina misskiljing. Stóra dramatiska hendingin í 1944 er tá eitt bretskt herskip við einum skipara, ið var gamal trolaraskipari úr Fleetwood bjargar Vón frá at reka á land við Snæfellsnes. Hetta er 11. og seinasti parturin av frásøgnini hjá Sigurði frá 1989. Á myndini sæst Sigurð saman við konuni, Marthu fødd Joensen úr Jógvanstovu í Leirvík (1910-1995).

Trýst á pílin fyri at hoyra Sigurd greiða frá.

Um tú ert á telefon, trýst so fyrst á "listen in browser".

Hoyr eisini:

Peni Sigurd greiðir frá slektini og barnaárum sínum í Sandavági

Peni-Sigurð fer til skips við Seagull í 1927

Peni-Sigurð var við Ekliptiku, ið kom í sama ódnarveður sum tók Immanuel og Lauru í 1932

Jóan Jakku keypir Sólarris og Peni-Sigurð møtir Marthu

Peni-Sigurð giftist Marthu, fær stýrimansprógv og byrjar ætlanina at byggja Vón

Peni-Sigurð roynir trolfiskiskap við bretskum trolara og fer við Sólarris til Grønlands í 1937

Peni-Sigurð stríðist við at fáa Vón liðugt bygda

Søgan hjá Vón undir seinna heimskríggi (1. partur)

Søgan hjá Vón undir seinna heimskríggi (2. partur)

Søgan hjá Vón undir seinna heimskríggi (3. partur)

Heri Árnason Simonsen · Søgan hjá "Vón" undir seinna heimskríggi (4. partur av 4)- Peni-Sigurð greiddi frá í 1989