So tapti H71

ítróttur14-11-2018 - 22:27 - Jóanis Nielsen

H71 sum undan dagsins dysti í SMS-deildini hjá kvinnum í hondbólti hevði fult stigatal, misti í kvøld síni fyrstu stig tá ið H71 var á vitjan hjá Neistanum.

Tað var annars H71 ið byrjaði dystin betri, og eftir 18. min. var H71 á odda 6-9. Hálvleiksstøðan var 14-13. Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, og eftir 43. min. var støðan 19-19. Neistin vann dystin 25-24.

Málskjúttar:

Neistin: Ingunn K. Persson 5, Stina Madsen 4, Fríða á Dunga 3, Hjørdis Viðstein 3, Marjun Danberg 3, Bára Hansen 3, Sofie Søberg 3

H71: Marita Mortensen 7, Maria H. Weyhe 5, Durita T. Joensen 5, Eva Barba Arge 3, Anna á Steig 2, Karin Simonsen 1, Guðrið á Borg 1