- So finna vit bara ein annan sálm

25-03-2019 - 09:43 - Jóanis Nielsen

Folkakirkjan skrivar:

- Tað er so ymiskt, hvussu løgini til sálmarnar eru: Summi teirra liggja akkurát soleiðis, sum fólk klára at syngja tað.

- Men so eru tað aðrir sálmar, sum eru rættiliga høgir hjá fólki. Eitt dømi er hesin, sum vit sungu í dag: ”Mær er kensla í barmi”. Men hinvegin, so havi eg bara roynt at spælt teir so frægt sum eg dugi.

Orðini eigur Magnus Eliassen, sum er hann ið situr við urguna í Mikladals kirkju hvønn einasta sunnudag. Tað hevur hann gjørt líka síðani 2012.

Hetta krevur sjálvandi sín mann, tá ein er einsamallur í eini slíkari týðandi tænastu. Men hetta ávirkar ikki Magnus sum so.

- Eg vil siga, at vit hava eitt sera gott samstarv millum báðar kirkjurnar her í Kalsoynni. Er tað so, at eg onkursvegna ikki kann spæla ein dag, ja so ringi eg bara heim til Húsar.

Støðan er hon, at Magnus arbeiðir suðuri í Havn, og kann tí ikki altíð vera til taks, tá gudstænastur eru aðrar dagar enn sunnudagar –sum til dømis nú í føstuni.

- Her í Mikladali hava vit vanliga føstugudstænastur mikukvøld, og tá kann eg ikki altíð koma norður.

- Men so ringi eg bara til Bjarta Joensen, sum er urguleikari í kirkjuni á Húsum. Og so er tað hann sum hevur spælt fyri meg her í Mikaldali, greiðir Magnus Eliassen frá.


LAGALIGIR PRESTAR
Kirkjan í Mikladali – og fyri sovítt eisini kirkjan á Húsum – hoyra til Norðoya vestara prestagjald, har prestarnir Hanus á Gørðum og Marjun Lómaklett røkja tænastuna í økinum.

Tá prestarnir vitja í Mikladali fær urguleikarin sálmarnar sendandi frammanundan gudstænastuni, soleiðis at hann kann venja teir bæði væl og virðiliga.

Tað eru tó fleiri sunnudagar, har prestur ikki er, og at lestur tí verður lisin. Hesar dagarnar plaga Magnus og klokkarin, Dánjal Eliassen at finna hóskandi sálmar til dagsins gudstænastu.

- Her vil eg siga, at prestarnir eru sera lagaligir, tá talan er um val av sálmum.

- Tá eg havi fingið sálmarnar, hyggi eg teir ígjøgnum fyri at finna eitt hóskandi lag. Men er tað so at sálmurin er í so ringur at spæla, finna vit bara ein annan sálm ístaðin, greiðir Magnus frá.

- Ja, her hava vit eitt frálíkt samstarv.

SPÆLIR UTTANAT
Fleiri av urguleikarum okkara hava tikið prógv sum urguleikarar á ymiskum stigum. Og hetta ger sjálvandi sítt til at lyfta bæði urguspæl og sálmasang.

Tað er tó ikki allastaðni kring oyggjarnar at kirkjurnar kunnu ”lýsa” við útbúnum urguleikarum. Her er í størstan mun talan um tær smærru kirkjurnar.

Helst er tað meiri undantakið enn reglan, at ein lítil kirkja á bygd hevur ein útbúnan urguleikara í tænastu – um yvirhøvur nakar urguleikari er á staðnum!

Ymiskt er sjálvandi eisini, hvussu hin einstaki urguleikarin er fyri:

Nógvir spæla eftir nótunum úr teimum ymisku lagbókunum. Og so eru tað eisini teir, ið ikki spæla eftir nótum: Teir spæla løgini uttanat – eftir minninum.

RINGT AT LÆRA NÓTAR
Ein slíkur urguleikari er júst 53 ára gamli Magnus Eliassen, sum seinastu sjey árini hevur røkt hesa tænastuna í Mikadals kirkju.

- Eg royndi fyri nógvum árum síðani at læra meg at spæla eftir nótum, - men nei, eg gavst tíverri við tí.

- Eg gekk eina tíð til spæl hjá Knút Olsen, men hvussu hann enn royndi, so kláraði eg ov illa at læra meg nótararnar. Og her standi eg í dag, sigur Magnus, sum leggur aftrat:

- Tað sum eg havi lært higartil, tað hevur faktist Eyðun, bróðir, lært meg. Og tað eigur hann stóra tøkk fyri.

Hóast hetta, so kann undirritaði tó staðfesta, at tað liggur sera væl fyri hjá Magnusi at spæla sálmarnar til eina gudstænastu – og haraftrat syngur kirkjufólkið væl við.

Ja, hvat meiri kann ein í roynd og veru krevja??

(Les eisini greinina: - Ber illa til at ringja og spæla orgul ísenn (19. februar 2019 á Fólkakirkjuni)

Orð/mynd: Snorri Brend