So er Special Olympics liðugt

21-03-2019 - 10:04 - Jóanis Nielsen

So er Special Olympics liðugt - úrslitini á síðsta kappingardegnum vóru einki minni enn fantastisk.

Triðji, og seinasti, kappingardagurin er nú farin afturum her í Abu Dhabi og Dubai.
Ikki kann sigast annað enn at føroysku luttakararnir gjørdu eitt ordiligt hál á seinasta kappingardegnum.
Heidi Eliasen vann gull í 50m rygg.
Hilda og Bogi vunnu bronsu í unifed boccé tvímansleiki.
Oddur og Sam vunnu bronsu í unified badminton tvímansleiki.
Bjørt fekk eitt gull og eina bronsu fyri sínar einstaklingaseriur í rútmiskum fimleiki.
Jenny fekk silvur og eitt 6. pláss fyri sínar seriur.
Eyð var nr. 4 og 7.
Súsanna nr. 4. og 7
Og fimleikagenturnar vóru nr. 4 í bólkaseriuni.
Sostatt eru í alt 9 heiðursmerki vunnin á Special Olympics World Games í Abu Dhabi 2019

Í kvøld verður endahátíðin, áðrenn leiðin verður løgd ímóti Føroyum.
Vit lenda ætlandi í Vágum 22. Mars kl 1615