Snórurin kliptur til spæliplássið á Giljanesi - myndir

mentan01-09-2020 - 09:50 - Jóanis Nielsen

 Í morgun kl. 9.30 klipti borgarstjórin í Vága kommunu snórin til nýggja spæliplássið á Giljanesi - tað var ein hugnalig løta við røðum, sangi og góðgæti.

Í rúma tíð hevur verið arbeitt við at fáa eitt gott spælipláss við Skúlan á Giljanesi, úrslitið sær gott út og verður vónandi til stóra gleði hjá næmingunum á skúlanum.