Snorri á Bøgarði nýggjur stjóri í Búnaðargrunninum

Vinna19-02-2020 - 19:00 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir at fyrrverandi stjórin í Búnaðargrunninum fór í annað starv tann 1. desember 2019, var søkt eftir nýggjum stjóra til grunnin.

Umsóknarfreistin var 15. januar 2020 og komu 21 umsóknir til starvið.

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur gjørt av at seta Snorra á Bøgarði í starv sum stjóra í Búnaðargrunninum.

Snorri er 54 ár, er útbúgvin grannskoðari og hevur starvast sum grannskoðari seinastu gott 21 árini.

Nýggi stjórin byrjar í starvinum tann 1. juni 2020.