Snellubátarnir høvdu úr 3.000 uppí 6.500 pund

vinna16-02-2019 - 22:52 - Jóanis Nielsen

 5 snellubátar hava avreitt í Sørvági í kvøld, teir høvdu úr 3.000 uppí 6.500 pund av góðum toski, sigur ein av útróðrarmonnunum okkum frá í kvøld, hann leggur afturat, at havið kókar í góðum og stórum toski og at leiðin talan er um, er sama fiskileið, sum nú verður tosað um at steingja.