Snældan letur dyrnar upp fyri ferðafólki

Mentan21-06-2019 - 10:15 - Jóanis Albert Nielsen

Fleiri hava spurt um at sleppa at síggja forvitnisliga ullavirkið á Strondum. Hølini hjá Snælduni eru ikki júst gjørd til at hava nógv fólk á gátt hvønn dag, tískil er avtala gjørt við Visit Runavík um, at Snældan fer at taka móti gestum hvønn mikudag frá kl. 11-12 í summarhálvuni. Serkøn fólk vísa gestunum virkið. Ullavirkið Snældan var stovnað í 1949. Á Strondum verður ullin vulfað, karað og spunnin til tógv. Ymiskar ullavørur verða framleiddar og eru til sølu bæði á Strondum og í Havn.

Tað kostar 100,- kr at vitja ullavirkið, og gestir kunnu skráseta seg á Visit Runavík, visit@runavik.fo ella á tel. 417060.