Smyril verður aftur á Tvøroyri leygardagin

vinna10-10-2019 - 21:44 - Jóanis Nielsen

Smyril, ið hevur verið í dokk, loysti endarnar kl. 16 í dag, og hava teir nú sett kós móti Føroyum, Smyril verður á Tvøroyri seinnapartin leygardagin.

Tað hevur gingið væl við dokkingini av Smyrli. Tíðar-og kostnaðarætlan hava hildið sigur Strandferðslan.

Myndirnar tók Reidar Simonsen, tá ið teir loystu seinnapartin í dag.