Nýggjastu


Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

SMS-deildin skotin í gongd

ítróttur14-09-2020 - 08:15 - Jóanis Albert Nielsen
Um vikuskiftið bleiv SMS-deildin hjá kvinnum skotin í gongd.

Í Vestmanna tók VÍF ímóti StÍF. VÍF vann dystin 30-27, eftir hálvleiksstøðuna 12-13 til StÍF. Agnas Olsen fekk 11 mál fyri VÍF, og Emmy Kass fekk 7 mál fyri StÍF.

Í Havn tók Neistin ímóti VB. Neistin vann 26-16, eftir hálvleiksstøðuna 12-6. Ingun Person fekk 9 mál fyri Neistan, og fyri VB fekk Vladana Larendic 7 mál.

Í Klaksvík tók Stjørnan ímóti Kyndli. Kyndil vann dystin 18-32, eftir hálvleiksstøðuna 11-15. Katrin Bertholsen fekk 7 mál fyri Stjørnuna, og Natasja Hammer fekk 10 mál fyri Kyndil.