SMS-deildin: H71 vann tryggan sigur á VÍF í Vestmanna

ítróttur12-01-2020 - 23:49 - Jóanis Nielsen

VÍF-kvinnurnar tóku í dag ímóti H71-kvinnunum í Høllini í Vestmanna.

Teir fyrstu 25 minuttirnar av dystinum gekk javnt á, støðan í 24. minutti var 8-9 til H71, hálvleiksstøðan var 9-13 til H71.

Í seinna hálvleiki sást beinanvegin at H71 vildi vinna, í 38. minutti førdi H71 17-11, H71 vann tryggan sigur, úrslitið gjørdist 23-32.

VÍF: Fríða Petersen, Rebekka Joensen, Lív Ingdórsdóttir, Randi Virgarsdóttir 1, Agnas Olsen 3, R. Nielsen 3, Ivana Meincke 2, Ingibjørg Olsen 3, Durita C. Jojic 9, Helena í Skálum, Svanna Hjartvardsdóttir, Lise Maria Evensen 1, Mmalla Hansen og Heidi Maria Akselsen 1.

H71: Annika F. Petersen, Vár H. Thhomsen, Karin H. Simonsen 1, S. Sámalsdóttir 1, Bjørk Brimnes, Maria H. Weyhe 6, Karina Rubeksen, Mariana Mortensen 8, Eva B. Arge 4, Durita Toftum 4, Elisabeth H. Simonsen, Tórmalla Thorsteinsson 1, Sofíe Søberg 1 og G. á Borg 6.

Støður:

5. min. 2-1

10. min. 3-3

15. min. 5-6

20. min. 7-8

25. min. 8-10

30. min. 9-13

35. min. 11-16

40. min. 12-17

45. min 16-19

50. min. 18-23

55. min. 20-28

60. min. 23-32.

Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen.