Smiðjan í Miðvági fer at selja mat

Vinna20-08-2017 - 13:00 - Jóanis Albert Nielsen

1. septembur fær Nest í Miðvági nýggjar eigarar, tá ið Ann Margit Danielsen, Jákup Símun Fríðheim Jacobsen saman við Pizza 67 taka yvir. Nest skiftir samstundis navn til Smiðjan.

Tað verður Jákup Símun Fríðheim Jacobsen, ið verður stjóri á matarstaðnum. Ann Margit Danielsen verður dagligur leiðari, hon er úlærd kondittari og hevur nógvar royndir at reka matarstað.

Nógv nøvn hava verið uppi og vent hjá teimum, ið nú fara at yvirtaka matarstaðið í Miðvági, men navnið bleiv Smiðjan. Tað var Smiðu Jógvan, ið lat bygningin byggja á sinni, og tí halda eigararnir, at tað er hóskandi at brúka Smiðju navnið.

Tá ið vit spurdu nýggju eigarnar, hví tey hava valt at fara á marknaðin í Vágum, siga tey, at tey hava hugsa um tað í rúma tíð, og nú møguleikin var har, avgjørdu tey at keypa Nest. John Sigurd Petersen hevur átt matstaðið síðani apríl 2016. Tað var annars Regin Bláhamar, ið byrjaði at baka pizza í hølunum, tá ið hann lat Pizzakjallarin upp har í 2008. Hann broytti navn til Nest í 2012. Men frá 1. september eitur matarstaðið Smiðjan.

Nýggju eigararnir hava drúgvar royndir at reka matarstað, nevnast kann at Stjórin Jákup Símun Fríðheim Jacobsen hevur starvast yvir 10 ár hjá Pizza 67.

Ætlanin er at lata upp 2-3 vikur eftur yvirtøkudagin. Nakrar smávegis broytingar verða gjørdar, eitt nú er ein nýggjur pizzaovnur er keyptur.

- Vit hava drúgvar royndir at nýta hetta slagið av pizza ovni, tí hava vit valt at skifta pizzaovn, siga eigararnir, ið vísa á, at pizzabotnurin fer at líkjast tí, sum er í Pizza 67 í Havn.

Smiðjan fer at selja pizza í 12” stødd og sum naka nýtt eisini í 16” stødd, hetta er betur kent sum familju pizza og mettar 2-3 persónar.

Í Smiðjuni verður framvegis møguleiki at keypa burgarar og høsnarunga. Smiðjan fer at hava skeinkiloyvi og møguleiki verður at sita inni og njóta matin ella taka hann útvið (Take Away).