Smiðjan á hvalastøðini við Áir er reist

mentan13-04-2017 - 11:42 - Jóanis Nielsen

Tann 12. apríl varð smiðjan á hvalastøðini reist. Smiðjan, sum upprunaliga var ein long lon við eldsmiðju, við maskinverkstaði og tunnuverkstaði, er reist og komin til aftur til heiður og æru.

Higartil hevur tað gingið so mikið væl í ár, at Planurin hevur fingið sítt timburdekk aftur. Brúgvin um Ánna við Áir er eisini styrkt í ár.
Tað fer at líkjast. Smiðjan er reist, og ætlanin er, at húsini skulu brúkast sum smiðja, tá ið hvalastøðin verður sýnd fram sum savn – og ikki minst sum dømi um ein tann elsta ídnaðararv, vit hava her á landi. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er hon tann einasta av teimum tilsamans 7 norsku hvalastøðunum, sum er varðveitt.

Eldsmiðjan hevði stóran týdning á støðini. Har var alt tað vanliga umvælt, og har vórðu harpurnar frá hvalabátunum rættaðar upp. Eldsmiðjan er í vánaligum standi. Uttan er neyðugt at gera ábøtur. Essan inni í smiðjuni er eisini vánalig. Her verður at seta inn, áðrenn tað verður ov seint. Somuleiðis eru møguleiki fyri, at smiðjan verður høli at sýna fram smiðjuamboð og aðra líknandi útgerð
her.

Timburmeistararnir Jón Láadal, Ingi W. Á Tórgarði og Martin Mørk hava staðið fyri at umvæla smiðjuna. Arkitektastovan Kontrast hevur byggileiðsluna á støðini við Áir um hendur.