Smáu upphæddirnar, ið gera stóran mun hjá so mongum

politikkur30-12-2019 - 09:14 - Jóanis Nielsen

Tað mest jaliga í hesari fíggjarlógini eru tey sosialu átøkini, sum koma børnum og ungum til góðar. Børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar t.d. sálarligar, sosialar og/ella rúsevnaavbjóðingar.

Millum hesi eru ADHD-klinikk fyri vaksin og átakið `Megna títt lív`. Tað, sum gongur aftur við hesum, er, at her er ofta talan um, at skaðin er hendur, og hóast tað er av týdningi at fíggja hetta, so eiga vit í nógv størri mun at raðfesta tann fyribyrgingarliga partin. Vit eiga at seta pening í at hjálpa tíðliga, so vit fyribyrgja, at skaðin verður størri seinni.

Og tað er her, at stuðulsjáttarnirnar til feløg og felagsskapir á landsins fíggjarlóg koma í spæl og hava so alstóran týdning, ið vit kanska ikki í nóg stóran mun geva okkum far um.

Tað eru tíverri fleiri børn í Føroyum, sum fáa eina tunga byrjan uppá lívið. Orsøkirnar kunnu vera mangar. Barnið kann hava upplivað sorg ella sakn, sálarligan, fysiskan ella kynsligan harðskap, rúsað foreldur ella at vera avvarðandi at fólki, sum hava tað svárt. Við tað, at hesi øki ofta eru trupul at tosa um, er skjótt, at barnið `fer í seg sjálvt`og heldur, at tað er tað einasta, ið hugsar so. Tað fær skuldarkenslu og tekur nógva ábyrgd á seg. Sálarløstir, sum ikki verða viðgjørdir, fylgja barninum alt lívið.

Við at seta pening av tíðliga, til at hjálpa børnum í samrøðubólkum ella á aðrar hættir at fáa tey at seta orð á sínar keðiligu og skaðandi upplivingar, fáa vit tað fleirfalt aftur seinri. Tað, at barnið sleppur at hoyra onnur børn siga frá sínum upplivingum, ger, at tað fær eina kenslu av, at tað ikki er einsamalt við slíkum tonkum og kenslum, og royndirnar vísa, at effektin av samrøðubólkum er sera stór og hjálpir so ótrúliga nógvum børnum at koma víðari í lívinum.

Tí eri eg fegin um tær krónur, sum verða settar av til felagsskapir sum Beran, Kris, Sinnisbata, `Øll hava rætt til góð barnaár` (Blái Krossur), telefon-linjan hjá Barnabata og onnur. Kortini haldi eg, at hetta arbeiðið kundi verið raðfest hægri, og eg eri sannførdur um, at tað átti at verið settur eins nógvur peningur av á fíggjarlógini til allar teir felagsskapir, ið hava samrøðubólkar.

Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin