Smaragd sleipaður á Klaksvík

Vinna07-07-2018 - 10:28 - Jóanis Nielsen

Partrolarin Smaragd boðaði í fyrrakvøldið frá at teir høvdu fingið trupuleikar við róðrinum eystanfyri.

Brimil kom til Smaragd kl 02 í gjár.
Brimil sleipaði síðani Smaragd á Klaksvík har skipini komu kl 0900 í gjár.
Smaragd partrolar við Safir, tað er JFK trlol í eigur skipini.