Smáligt sildafiskarí

vinna07-07-2017 - 23:31 - Jóanis Nielsen

 Norðingur, sum hevur roynt eystanfyri ella í landnyðring úr Føroyum eftir sild, hevur hendan túrin havt smáligt fiskarí, teir landaðu í dag 300 tons til Faroe Pelagic í Kollafirði.

So skjótt, sum liðugt var at landa, loystu teir av Kollafirði og eru nú ávegis norðureftir har teir fara at fiska svartkjaft, Jupiter er eisini staddur á leiðini norður ímóti altjóða markinum norðanfyri á uml. 64N og 0,4V.

Tá ið Norðingur hevur gjørt hendan túrin, tá skal hann pussast upp, sum vit skilja, so verður tað gjørt í Norra.