Savnsmynd

Sløkkiliðið var boðsent í nátt at sløkkja eld í sethúsum

top08-06-2019 - 13:39 - Jóanis Nielsen

Klokkan 00:11 í nátt fekk Vága sløkkilið eina fráboðan frá alarmsentralinum um, at eldur var í einum sethúsum í Miðvági.

Tá ið sløkkiliðið kom á staði vísti tað seg, at onkur var farin at brenna innbúgv uttanfyri, og var talan ikki um eld í sethúsum.

Sløkkiliðið sløkti bálið og fór síðani til hús aftur.