Slánar inni við land

vinna23-09-2019 - 14:48 - Jóanis Nielsen

Havstovan skrivar:

Tað hava verið nógvir stórir toskar at fingið inni við land í seinastuni. Fleiri av hesum fiskum hava verið sera rak, tað sum verður kallað slánar. Sambært sprotanum er ein slánur ein stórur rakfiskur (Mynd 1).

Havstovan fekk nakrar av hesum slánunum inn og vórðu longd, vekt, aldur og føði kannað. Hesir vóru veiddir í Vestmannasundi, tætt við Fútaklett. Hesir fiskar vóru fullir í lús, tað sum verður kallað seiðalús, sum toskur eisini kann fáa.

Tríggir fiskar vóru kannaðir og vóru teir 65, 69 og 82 cm langir. Teir vigaðu úr 1,7 kg uppí 5,1 kg. Konditiónsfaktorurin (FiskaBMI) varð ávikavist 0,66 – 0,62 – 0,93. Konditiónsfaktorurin skal helst liggja um 1. Tann eini kann sigast at vera rak (0,93) ímeðan hinir báðir (0,6 kf) vóru sera rak.

Aldursgreiningin av nytrunum vísti at tveir av toskunum vóru 4 ára gamlir og tann eini var 6 ára gamal. Tann eini 4 ára gamli var ein rognafiskur. Hinir báðir høvdu sil. Toskur gerst kynbúgvin sum 3 ára gamal. Hetta merkir at allir hesir fiskarnir eru kynsbúnir fiskar, sum allarhelst hava gýtt nakrar ferðir.

Livrarnar høvdu nógvan sandmaðk í sær og vóru sera lítlar.

Magainnihaldi bleiv eisini kannað og har var lítið í. Í tí eina maganum var onki í, í einum var ein nebbasild og í tí triðja nakrar slangustjørnur (mynd 2). Annars hevur verið sera lítið av nebbasild í toskamagunum sum Havstovan hevur kannað í ár.

Hví koma slánar undir land?

Hesir toskarnir koma undir land at leita eftir føði. Tað er tí at lítið av føði er útiá djúpri sjógvi. Í vár vístu kanninganar hjá Havstovuni at gróðurin var sera lítil, og tá ið hann so kom, kom hann sera seint (sí mynd 3). Hetta ávirkar alla restina av vistskipanini, soleiðis at tað verður sera líti av føði til allar aðrar liðir í føðiketuni. Tí koma slánarnir nærri landi at leita sær føði. Gamalt var, at tá ið tú fekst slíkar fiskar inni við land, so vóru útlitini ring, tó kunnu umstøðurnar skjótt broytast. Um teir klára seg ígjøgnum veturin, byrja teir at koma fyri seg aftur og kunnu tí vera við í gýtingini aftur komandi ár.

Mynd 1.Ein av innkomnu fiskunum, hesin fiskurin var 69,5 cm til longdar.

Mynd 2.Slangustjørnurnar, sum tann eini hevði etið

Mynd 3.Plantuæti á Landgrunninum kom sera seint í ár, tí er minni føði til allar aðrar liðir í føðiketuni.