Skynsom fíggjarstýring framum fíggjarligt oyðsl

politikkur25-08-2019 - 21:03 - Jóanis Nielsen

Nú valstríðið er í hæddini, verður nógv lovað og vallyftini er mong og ikki minst dýr hjá flest øllum flokkum og valevnum.

Eg skal tó boða frá, at eg sum búskaparfrøðingur sjálvsagt ætli at føra ein varnan og skilagóðan fíggjarpolitik, um eg veri valdur á løgting fyri Fólkaflokkin.

Verandi vinstasamgonga hevur tíverri ikki ført ein varnan fíggjarpolitik, men hevur tvørturímóti økt útreiðslur landskassans ovurhonds nógv hetta valskeiðið.

Undanfarna samgonga, har Fólkaflokkurin var samgonguflokkur, førdu hinvegin ein skilagóðan og varnan fíggjarpolitikk og øktu útreiðslurnar við 381 mió.kr. 2011-2015, ella bert 1,6% um árið.

Men núverandi vinstrasamgonga hevur púrasta mist tamarhaldið á Landskassans útreiðslunum, sum nú eru farnar upp um 1 mia.kr. síðstu 4 árini , tá útreiðslur til samhaldsfasta verða íroknaðar.

Verandi vinstasamgonga hevur brúkt øll høvir at sóla sær í búskaparvøkstirnum og teimum munandi øktu inntøkum frá skatti og avgjøldum.

Vinstrasamgongan valdi at leggja munandi av gjøldum á vinnuna, - serliga fiskivinnuna oga alivinnuna -, heldur enn at tólma almennar útreiðslurnar. Hetta hevur fíggja tann ovurhonds stóra útreiðsluvøkturin á 1 mia.kr. síðstu 4 árini.

Men veruleikin er, at avlop Landskassans áttu at veri munandi størri, um fíggjarliga stýringin hjá sitandi vinstasamgongu ikki var so skilaleys sum hon hevur verið.

Harumframt hava byggigølurnar á Glasi og LS kosta hundratals av milliónum krónum í óneyðugari og ikki minst óheimiligari meirnýtslu, sum vinstrasamgongan og løgmaður ikki eingang vildi taka nakra politiska ábyrgd fyri. Talan er í veruleikanum um oysl av skattaborgarans peningi.

Hetta er átaluvert. Ikki minst tí at hetta er peningur hjá øllum Føroya fólki, sum nú manglar í til onnur neyðug endamál í samfelagnum.
Fólkaflokkurin ynskir at koma aftur í landsins leiðslu eftir komandi løgtingsval. Veri eg valdur á ting, vil tryggja arbeiða fyri, at vit aftur fara at føra ein skilagóðan og skynsaman fíggjarpolitik, har vit gerða neyðugar raðfestinar, sum eru øllum tí føroyska samfelagnum at gagni.

Vel tí Fólkaflokkin til løgtingsvalið leygardagin tann 31.aug. Eg takki fyri um tit velja meg persónliga.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur

Valevni hjá Fólkaflokkinum

Vilji og dirvi til broytingar