Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr

Politikkur15-06-2019 - 15:09 - Jóanis Albert Nielsen
Tað er at stórfegnast um, at gongd er komið á kjakið at knýta Suðuroynna uppí meginøkið, við føstum sambandi.
Sera stórir rakstrarfyrimunir eru fyri lítla land okkara uppá sikt, um tunnil verður gjørdur til Suðuroynna, og sleppast kann undan kostnaðarmikla sjóvegis sambandinum.
Samstundis letur seg upp fyri føroyingum ein tann vakrasta náttúruperla ið landið eigur, og hesin tunnil er eisini fortreytin fyri vøkstri í Suðuroynni.
Í hesum døgum kom álit frá arbeiðsbólkinum, sum er í tvíningum um linjuføringina til Suðuroyar, um byrjast skal norðanfyri Sandsbygd, koma upp í Skúgvi og síðani víðari til Suðuroynna, ella um tunnilin skal fara beinleiðis av Skarvanesi til Suðuroynna, uttan at kom upp í Suðri.
Áðrenn kanningarnar av jarðfrøðini eru gjørdar ber illa til at siga hvør linjuføring er best, men treytað av at báðar kunnu brúkast, er tað ein sjálvfylgja í míni verð, at farleiðin umvegis Skúgvi verður tann farleiðin sum vald verður.
Skúvoyarfjørður er helst grynsti fjørður millum oyggjar í Føroyum, har dýpi ongastaðni á farleiðini er størri enn 25-30 metur. Tí verður neyvan neyðugt at fara so djúpt við tunlinum millum Skúgvi og Sand, og tí er nógv sum bendir á at hesin partur av tunlinum ikki verður líka dýrur pr metur, sum teir tunlarnir ið vit kenna til. Somuleiðis verður hetta strekkið ikki líka dýrt í rakstri, av tí at minni orka skal til at pumpa vatnið ur tunlinum tí hann ikki er so djúpur.
Harafturat er tað ein sjálvfylgja, at tunnilsmunnin til Suðuroyar-/Skúvoyartunnilin verður lagdur so nær munnanum á Sandoyartunlinum í Traðardali sum gjørligt, fyri at fáa eina so stutta farleið sum gjørligt hjá Suðuroyarferðsluni at koma til meginøkið.
Av einum projekti uppá góðar 3 mia kr eru 300 mió kr umleið 10%, tað má ikki verða tað sum forðar okkum í at velja skilabestu loysnina.
Fái eg nakra ávirkan á hetta, so fari eg at berjast fyri at tunnilin millum Sand og Skúgvi verður veruleiki saman við farleiðini til Suðuroynna.

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin