Skúta kemur í skútunnar stað

vinna21-11-2017 - 19:14 - Jóanis Nielsen

Nú tað skilst, at Miðflokkurin hevur gjørt nýggja skútu út at bjarga manningini á teirri søkkandi samgonguskútuni, stendur man smá-spyrjandi á síðulinjuni.

Fær Sonja ikki ein kjans við nýggju samgonguni? Koma Michelsen og Hammer við eisini? Um ikki, hvussu telja vit so uppí 17? Verður ein fólkaatkvøða um hjúnabandslógina? Verða enn fleiri broytingar gjørdar við fiskivinnuuppskotið? Fara Framsókn, og kanska serliga Tjóðveldi, at góðtaka fleiri broytingar? - Ja, nógvir eru spurningarnir!

Miðflokkurin hevur fleiri ferðir verið frammi og sagt, at talan er ikki um at víðka verandi samgongu, men at gera eina nýggja. Men, sum vit hava sæð í seinastuni, so er ein samgonga ikki bert samansett av flokkum, men eisini persónum; og líkamikið hvussu man profilerar tað, so verða tað somu persónar (meir ella minni) sum mynda nýggju samgonguna.

Eg loyvi mær at ivast stórliga í, um hesir persónar eru samdir í kjarnuvirðunum hjá Miðflokkinum. Og sum eg havi skilt, so hava flestu etisku liberalu flokkarnir sagt, at tað er upp til hvørt einstaka tingfólk, hvussu tað stemmar, tá ið tað kemur til etisk mál.

Formaður Miðfloksins hevur sagt, at tey vilja rætta upp á tað, sum er gjørt skeivt – serliga tey andaligu, etisku og moralsku málini. Men eg dugi so ikki at síggja hvussu hetta skal fremjast, um tað omanfyristandandi passar.

Mín áheitan til Miðflokkin er, at ikki gera sær sjálvum eina bjarnatænastu. Latið hesa samgonguna, sum hevur tikið so nógvan sjógv inn, søkka!