Skurðfjall í Sjeyndum - myndir

vinna30-09-2020 - 22:58 - Jóanis Nielsen

 Í gjár - Mikkjalsmessudag - vóru tjørnuvíksingar á fjalli í Sjeyndum - veðrið var av tí besta, teir vóru nakrir og tjúgu mans, alt gekk uppá stás, seyðurin sá út til at vera væl fyri.

Úr Sjeyndum verður seyðurin rikin í haftseyð til Tjørnuvíkar, teir fóru úr Sjeyndum kl. 1 og komu heim til Tjørnuvíkar kl. 5.

Myndirnar hevur Jógvan Páll Lassen tikið.