Skúmið er gróður

mentan23-05-2017 - 15:04 - Jóanis Nielsen

Havstovan skrivar: Gróðurin á føroyska landgrunninum er byrjaður, men hann kann vera torførur at síggja, av tí at plantuæti er sera smáar verur. Men í góðveðrinum í gjár sást gróður fram við landi sum hvítt skúm. Hesin gróðurin er av slagnumPhaeocystis, sum er ein flagellatur.Phaeocystiser serlig við tað at hon livir í felag, tvs. at fleiri halda saman. Tá nógv er til av hesum slagnum, sæst hetta sum ein hvít skúmrond fram við landi. Hetta plantuætið er vanligt við Føroyar hesa ársins tíð.

Stutt filmsupptøka av “skúmi” fram við Stykkinum sæs ther.