Skulu taka upp í Føroyum til nýggjasta James Bond filmin

Vinna23-09-2019 - 18:29 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun tá ið Norrøna kom á Havnina var ein tyrla við umborð. Talan er um eina tyrlu hjá norska felagnum Nord Helicopters. 

Tá ið vit spurdu manningina hjá norsku tyrluni hvat teirra ørindir vóru í Føroyum søgdu teir, at teir skulu taka film upp til nýggjasta James Bond filmin "No time to die". Hann verður frumsýndur í Havnar Bio 2. apríl 2020.

Teir fara av landinum aftur hósdagin.