Skulu byggja víðari á góðu gongdina

ítróttur06-11-2017 - 11:42 - Jóanis Nielsen

FSF: Liðskiparin á føroyska U21-landsliðnum, Hákun Edmundsson er spentur til dystin móti Póllandi, og vónar, at byggjast kann víðari á góðu gongdina, sum liðið er í.

Fríggjadagin 10. november klokkan 16:45 spælir føroyska U21-landsliðið fimta dystin í undankappingini til EM 2019, tá póllendingar vitja á Tórsvølli. Higartil hevur hilnast væl í kappingini, og aftaná fýra dystir eru Føroyar nummar 3 í bólkinum við 4 stigum.

Liðskiparin á føroyska liðnum, Hákun Edmundsson, er spentur til dystin, og sær positivt upp á uppgávuna, sum nú stendur fyri framman. Men hann er eisini greiður yvir, at uppgávan verður ikki løtt.

- Vit eru á heimavølli og skulu royna at byggja víðari á góðu gongdina, sum vit hava havt í seinastuni. Pólland hevur heilt víst eitt sterkt lið, og teir koma nokk at hava bóltin nakað meir enn vit. Vir eru ikki favorittar, men fara á vøllin í trúnni á, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit, sigur Hákun Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.

Seinastu tvær vikurnar hevur ein bruttohópur við 26 spælarum vant regluliga á Tórsvølli, og tað ger, at føroyski U21-hópurin er væl fyri at spæla landsdyst í november. Tað er kortini avmarkað, hvat okkara spælarar kenna til pólska liðið. Harafturímóti hava venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen fylgt væl við póllendingunum í hesari undankappingini.

- Eg kenni lítið til pólska liðið. Men teir eru heilt víst stinnir. Hetta sigi eg út frá teimum úrslitum, sum teir hava fingið í kappingini. Men venjaratoymið hjá okkum hevur sæð allar teirra dystir, og saman við teimum fara vit at hyggja nærri at Póllandi, tá hópurin kemur saman aftur týsdagin, sigur Hákun Edmundsson.

Føroyska U21-liðið kom heldur trilvandi frá byrjan, tá undankappingin til EM 2019, sum verður hildið í Italia og San Marino, varð sparkað í gongd. Fyrst taptu Føroyar 3-0 fyri Litava, og úrslitið varð eisini 3-0 tap, tá danir vitjaðu á Tórsvølli seinast í august. Men í triðja dystinum eydnaðist føroyska liðnum at spæla javnleik 1-1 á útivølli í Finnlandi, og fyri lítlum mánað síðani vunnu Føroyar 3-1 á Georgia.

Hvussu er føroyski liðskiparin so nøgdur við gongdina higartil í kappingini?

- Tað er á eini góðari leið. Móti Litava skuldu vit fingið meir burtur úr, meðan tað bleiv ov stórur munur á liðunum, tá vit møttu Danmark, sjálvt um vit halda, at vit skuldu gjørt tað nógv betri. Hinvegin, so eru vit nøgdir við eitt stig á útivølli móti Finnlandi, og sera væl nøgdir við 3-1 sigurin á Georgia, har vit spældu ein klókan dyst, fingu nøkur góð mál, og vardu sum eitt lið, sigur Hákun Edmundsson at enda.