Skuldsettir fyri hóttanir og burturflyting

top22-01-2021 - 16:44 - Jóanis Albert Nielsen

Nakrir mans hava í dag verið í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti skuldsettir fyri bæði harðskap, burturflyting og hóttanir. (Les tíðindaskrivi frá løgregluni her)

In.fo skrivar: Teir báðir, sum fyrst fóru inn til grundlógaravhoyring, eru ávikavíst 23 og 28 ára gamlir, og teir eru báðir føroyingar. Tann 23 ára gamli situr frammanundan varðhaldsfongslaður, eftir at hann varð handtikin herfyri, og ein rúgva av rúsevnum og okkurt vápn bleiv funnið á bústaðinum. Tann 28 ára gamli maðurin er eisini ein kenningur hjá løgregluni. Hann er partur av stóra rúsevnamálinum, sum koyrir sum nevningating í Føroya Rætti í løtuni, men sum er útsett orsaka av forfalli hjá ákærumyndugleikanum, les meira úr Føroya Rætti á in.fo her.