Skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu settur

Mentan12-02-2019 - 16:35 - Jóanis Albert Nielsen

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sett Atla Fróða Johansen í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum í Eysturkommunu frá 1. mars 2019 at rokna.

Atla Fróði Johansen er 40 ára gamal og tók læraraprógv í 2003. Hann hevur drúgvar undirvísingarligar royndir, leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu síðani august 2018 umframt ávísar leiðsluroyndir frá Tofta skúla.

Upplýsast kann eisini, at Atli Fróði Johansen m.a. hevur sitið í skúlastýrinum sum starvsfólkaumboð í fleiri ár og hevur verið limur í Barnaverndini í Skálafjarðasamstarvinum síðani 2013.

Mentamálaráðið, 12. februar 2019