Skúlastjórarnir koyrdu fyrstu steinarnar í Nykin

Mentan20-11-2017 - 20:50 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun fóru næmingar bæði av Giljanes skúla og Sørvágs skúla at fylla í Nykin, sum stendur niðri við Vatn, beint við flúgvarabedingina.

Les eisini: Um viðrar verður stórt hátíðarhald niðri við Vatn leygardagin

Teir báðir skúlastjórarnir fingu heiðurin at koyra fyrstu steinarnar í Nykin. Skúlastjóri á Giljanesi er Annbritt Toftegaard og skúlastjóri í Sørvági er Jóhannis Joensen tey bæði í felag koyrdu fyrstu spannina í Nykin.

Skúlabørnini vóru ófør at henta smágrót við vatnið, og skjótt var nóg mikið av gróti at fylla Nykin. Umleið 300 spannir av grótið skuldu til. Nykurin vigar umleið 4 tons.

Sí fleiri myndir í morgin her og her.