Skúlanæmingar eru ikki aftur í Vágum fyrr enn klokkan 17

13-09-2018 - 23:30 - Jóanis Albert Nielsen
Sigast má at busssambandi fyri skúlanæmingar úr Vágum, sum ganga á Glasir ikki er betri enn næstbest. Tað er bæði keðiligt fyri skúlanæmingarnar og handilslívið í Vágum.

Um ein skúlanæmingur úr Sørvági tekur bussin til Havnar í skúla fyrsta blokk, so skal skúlanæmingurin við bussinum úr Sørvági klokkan 06:45, og er ikki aftur í Sørvági fyrr enn klokkan 17:30 um næmingurin skal møta til fyrsta blokkin, og hevur frí eftir seinasta blokkin. Við øðrum orðum kann sigast, at tað kann ganga útvið 11 tímar frá tí næmingurin fer frá húsum til hann er aftur í Sørvági.

Bæði næmingarnir og handilslívið í Vágum vilja hava hetta broytt.

Vit hava tosað við nøkur handilsfólk í Vágum, sum siga at tey fáa ikki fólk til arbeiðis tí tey sum ganga á Glasir eru so seint aftur við hús.

Tey spyrja í felag, um tað ikki ber til at broyta bussleiðina soleiðis, at næmingarnir eru heima fyrr á degnum.

Í dag ganga skúlanæmingarnir í skúla til klokkan 15:25 um tey hava frí eftir 4. blokk. Bygdaleiðir hevur ein buss ið koyrir úr Havn klokkan 15:20, og so koyrir tann næsti ikki aftur fyrr enn klokkan 16:30. T.v.s. at næmingarnir skulu bíða í Havn í meira enn ein heilan tíma eftir at tey hava fingið frí. 

Tey spyrja um tað ikki ber til at broyta bussleiðina hjá bygdaleiðum soleiðis, at bussurin klokkan 15:20 koyrir niðan á Glasir staðin fyri niðan eftir R. C. Effersøes gøtu, ella at bussurin fór nakrar minuttir seinni avstað av farðstøðini soleiðis at tey kláraðu oman til SMS og síðani vestur við tí bussinum. Um ein skúlanæmingur er so heldigur at klára bussin vestur klokkan 15:20, so er hann í fyrsta lagi í Sandavági klokkan 16, og í Sørvági klokkan 16:20.