Skúladreingir í starvsvenjing umborð á Bresti

vinna20-01-2019 - 20:30 - Jóanis Nielsen

 Brestir fór til fiskiskap aftur í gjár, við vóru 9 mans og so eisini tveir fittir skúladreingir frá Sørvágs Skúla, annar úr Bø - Sjúrður Andrasarson - og hin úr Sørvági - Brandur Skaalum, teir skuldu í starvsvenjing, teir ganga báðir í 9. flokk í Sørvágs Skúla.

Vit fingu orð á dreingirnar, sum skuldu í starvsvenjing, teir søgdu, at teir høvdu altíð hugsað sær, at sloppi til skips, nú var møguleikin við Bresti og teir tóku av.

Brestir stevndi út av Sørvági um middagin í gjár, teir fóru á svartkalvaveiðu við Føroyar.