Skúlabyggingin á Giljanesi

mentan29-06-2020 - 11:45 - Jóanis Nielsen

Nú verður 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi sett í gongd.

Á býráðsfundi mánakvøldið 22. juni samtykti Vága kommuna at fara í gongd við 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi.

Avgjørt er at deila 2. byggistig í tvey, soleiðis at 3. byggistig verður gjørt seinni. Bygginevndin heldur ikki tað er fíggjarligt rásarúm í løtuni at byggja 2. byggistig í einum, har byggikostnaðurin við øllum kann koma uppá 70 mill. kr. Nýggj kostnaðarmeting fyri 2. byggistig er 39,2 mill. kr. og er hendan upphæddin innanfyri fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi.

Hetta viðførir at felagsøkið, kullan, smíðstova, jarnsmíðstova og 3 skúlastovur ikki vera gjørdar. Tað at 3. byggistig ikki verður gjørt samstundis, ávirkar tó ikki skúlagongdina hjá næmingunum á skúlaøkinum hjá Vága kommunu.

Í august er ætlanin at fara undir at ríva niður tann partin sum er eftir av gamla skúlanum á Giljanesi, so farast kann undir verkætlanina við 2. byggistigi.

Tekningarnar av 2. byggistigi eru óbroyttar og allar innleggingar verða gjørdar soleiðis at klárt er at fara í gongd við 3. byggistig eisini. Bygginevndin hevur somuleiðs mælt til ikki at projekterað 3. byggistig. Orsøkin er, at um 3. byggistig ikki verður bygt beinanveg kann hugsast at tekningar vera broyttar munandi, víst verður til bygging av 1. byggistigi, tá var 2. byggistig eisini projektera, eftirfylgjandi eru tekningar broyttar mundandi.

Vera fíggjarligu vánirnar betur í byggitíðini, mælir bygginevndin til at projekterað 3. byggistig eisini.