Skúlabørn samlaðu smágrót til standmyndina av nykinum - myndir

mentan20-11-2017 - 13:15 - Jóanis Nielsen

 Nú er so at siga klárt til avdúkingina av Nykinun niðri við Vatn - 

Tíðliga í morgun samlaðust skúlabørn frá Skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla Niðri við Vatn, fyri at samla smágrót, sum skal mynda standmyndina av nykinum, sum kemur at standa sum eitt prýði Niðri við Vatn.

Skúlabørnini arbeiddu so dúgliga, at longu um 11-tíðina høvdu tey samlað alt grótið, sum skal brúkast at fylla nykin.

Aftaná varð farið til hugnaløtu í Sørvágs skúla, har greitt var frá projektinum og eisini nykinum niðri við Vatn, áðrenn skúlabørnini fóru til hús, var borðreitt við kakao og bollum.