Mynd: Sørvágs kommuna

Skriv sent landsstýrismanninum Heðini Mortensen

politikkur15-02-2019 - 15:04 - Jóanis Nielsen

Sørvágs kommuna:

Skriv sent landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen

Vit eru sera tolin her vestri – kanska alt ov tolin. Og vit eiga tíverri ongan í landspolitikki, ið rópar fyri okkum og ger vart við okkara støðu.

Ferðasambandið til Mykinesar

Sørvágs kommuna fegnast um, at ferðasambandið til Mykinesar fekst í rættlag síðsta summar, tá avtala var gjørd við eigararnar av Jósupi um at røkja siglingina. Men kommunan fer enn eina ferð at minna samferðsluráðið og landsstýrismannin á, at tað er alneyðugt at fáa bøtt um havnaviðurskiftini í Mykinesi, tí lítla, gamla og slitna atløgusíðan er als ikki nóg trygg til risastóra ferðafólkatalið.

Hagtøl frá SSL vísa, at mykinesarleiðin hevði 5.631 ferðandi í 2009. Í 2017 var talið vaksið til 20.629, ein vøkstur upp á fleiri hundrað prosent. Talið í 2018 er 19.790 ferðandi við Strandferðsluni, og tá eru ferðandi út í oynna við øðrum túraoperatørum og Jósupi teir 1-2 eykatúrarnar, ið hann ger um dagin, ikki tald við. Tað skal eisini havast í huga, at hetta fer fram yvir bert fýra mánaðir í árinum.

Sambært grein á in.fo:Hava bíðað í yvir 30 ár – Men nú verður taðum byrgingina í Haraldsundi, verður sagt, at: "Heðin Mortensen sigur, at farast skal undir arbeiðið nú, tí tað er ikki vandaleyst at koyra eftir byrgingini, sum er. Tískil ætlar hann sær at finna pengarnar til endamálið, og verður tað neyðugt, verður uppskot lagt fyri Løgtingið beinanvegin um at fáa eina eykajáttan til endamálið. Nú hava vit bíðað so leingi, at nú má tað gerast, leggur hann afturat."

Vit øvunda ikki norðoyingum góða byrging og samferðslu. Tað er teimum væl unt. Men tað er als ikki vandaleyst at ferðast til Mykinesar. Her er talan um ein trygdarspurning. Tí heita vit á landstýrismannin at finna pening til endamálið at bøta um atløgusíðuna og fáa arbeiðið gjørt sum skjótast. Bíðað hevur verið so leingi.

Ferðasambandið til Bíggjar og Gásadals

Ferðaætlanin hjá bygdaleiðum í okkara kommunu er als ikki nøktandi. T.d. skal okkara skúlaungdómur bíða leingi í Havn eftir loknan skúladag, áðrenn tey sleppa heim aftur.

Eingin bussur hjá bygdaleiðum hevur koyrt til Bíggjar ella Gásadals í fleiri ár - eingin. Hetta, hóast nærum 100 fólk búgva í bygdunum, og nærum øll útlendsk ferðafólk vilja síggja Tindhólm og Múlafoss*.

Skulu vit fyrireika okkum til eina vaksandi ferðavinnu og hugsa burðardygd, so eiga vit at tryggja, at samferðslan er ein veruligur valmøguleiki afturat leigubilum og -bussum.

Kommunan heitir tí á landsstýrismannin at hugsað verður um hesi viðurskifti, og at okkara øki er tikið við í ætlanina, tá ið nýggj summarferðaætlanin kemur í gildi.

Sørvágs kommuna
Aimé Jacobsen, borgarstjóri

*Kelda:
Visit Faroe Islands, Gallupkanning frá august 2018, har 483 útlendsk ferðafólk vóru spurd eftir vitjan í Føroyum. Kanningin vísir, at 72,7% høvdu vitjað í Vágum.