Skriv frá Frystilínuskipunum í sambandi við broyttar uppboðssølutreytir

Vinna10-01-2019 - 16:23 - Jóanis Albert Nielsen

Fiskimálaráðið 

Yviri við Strond 

FO-100 Tórshavn 

Flemish Kap, hin 10. januar 2019. 

Tykkara mál nr. 18/00606-4: Kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019 

Felagið Línuskip hevur ferð eftir ferð víst á, at línuskipini í bólki 3 hava ongan ágóða fingið av økta uppisjóvartilfeinginum undanfarin ár – ein øking, sum hevur verið viðvirkandi til at givið øðrum skipabólkum inntøkur, hóast at hesir skipabólkar ikki hava fiskað kvotuna sjálvir. 

Tí er tað hugstoytt, at økta tilfeingið á Flemish Kap í ár verður selt á uppboði. 

Í staðin skuldi øktu kvoturnar verið við til at økt um inntøkurnar hjá manningunum og skipunum í línuflotanum, sum ikki hava fingið ágóða í uppisjóarvøkstrinum. 

Í 2019 er møguleiki at geva línuskipunum ein ágóða við vaksandi kvotuni á Flemish Kap, men í fyriliggjandi uppskoti um Kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019, stendur í viðmerkingunum til kunngerðina, at Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at bjóða alt út sum 1 ára rættindi. 

Um landsstýrismaðurin vildi línuflotanum væl, og vildi veri við til at givið teimum betri livilíkindi, so hevði henda nøgd ikki verið boðin út, men í staðin latin línuflotanum uttan uppboðssølu, soleiðis at línuflotin kann fáa møguleika at styrkja feløgini, umframt at kunna geva manningini eina rímiliga løn eftir nøkur vánalig ár til fiskiskap. 

Frystilínuskipini vilja tí enn einaferð undirstrikað, at vit ikki taka undir við uppboðssøluni. 

Líka løn fyri líka arbeiði 

Eitt av aðalmálunum í dagsins samfelag og hjá sitandi samgongu hevur verið, at lata líka løn fyri líka arbeiði fyri bæði kyn, men við nýggja leistinum fyri uppboðssølu, sum landsstýrismaður skjýtur upp, verður hetta ikki galdandi. 

Uppskotið viðførur harumframt, at ein ikki fær líka løn fyri líka arbeiði fyri sama kyn. 

Hetta tí, at nýggi leisturin fyri afturlatnu uppboðssøluna ger, at prísurin sum einstøku línuskipini rinda fyri fiskin er ymiskur, og tí kemur tað at henda, at tað verður maðurin á dekkinum, sum í størsta mun verður straffaður, um hesin er við einum skipi, sum hevur bjóðað hægsta prísin – skipini koma at fiska lið um lið, men manningarpartur verður ikki roknaður út á sama grundarlagi. 

Við nýggju og broyttu ásetingini í afturlatnu uppboðssøluni, verður tað nú galdandi, at keyparin skal rinda prísin hann hevur bjóðað, og ikki sum undanfarin ár, at tað er lægsti prísurin innanfyri kvotuna, sum ásetir prísin. 

Í Uppriti frá 31. Mai 2016 frá Fiskimálaráðnum verður greitt frá um marknaðarprís í sambandi við afturlatnu uppboðssøluna. Her verður undirstrikað, at við at lata lægsta eindarprísin áseta prísin, so er tað hesin prísur, sum er marknaðarprísurin – brotið úr uppritinum sæst niðanfyri: 

“Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir eindarprísin, sum øll skulu rinda. Á henda hátt rinda øll sama prís - marknaðarprísin - fyri somu vøru. Keyparar, ið hava bjóðað marknaðarprísin ella hægri sigast at hava vunnið uppboðssøluna”. 

Í uppritinum frá Fiskimálaráðnum frá 3. januar 2019 er eingin – tvs. EINGIN – frágreiðing um, hví marknaðarprísur ikki er marknaðarprísur longur! 

Fleiri skip eru longu farin til Flemish Kap, og hava tí við støði í undanfarnum árum um uppboðssølu tilrættalagt sær fiskiskapin á Flemish Kap. 

Meðan siglt verður á fiskileið, koma hesar radikalu broytingar – hetta hoyrir ongastaðni heima í einum demokrastiskum samfelag við skipaðum viðurskiftum. 

Tað er nógv sum skal fyriskipast, áðrenn fari verður so langa leið til fiskiskap, og at liggja á Flemish Kap og síggja hvussu Fiskimálaráðið við einum pennastrokið ger broytingar í mun til undanfarin ár so seint í tilgongdini, er sera ódámligt og hugstoytt. 

Vit vilja tí staðiliga mæla til, at somu uppboðssølutreytir verða galdandi fyri afturlatnu uppboðssøluna sum undanfarin ár. 

Vit skulu tó ikki dylja fyri, at best hevði verið, um nevnda uppboðssøla fyri línuskipini hevði verið avtikin, men sum minstamark má ein kunna krevja, at nevndu broytingar í kunngerðini ikki verða gjørdar. 

Um politiski viljin framvegis er, at uppboðssøla skal vera, so vilja vit mæla til, at henda verður opin, og á sama hátt, sum hon hevur verið mongu seinastu árini á Fiskamarknaði Føroya, har ein veit hvørjum ein bjóðar ímóti, og alt er alment á einari almennari uppboðssølu. 

Vit skulu upplýsa, at vit altíð eru tilreiðar at koma á fund við Fiskimálaráðið og landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum, sum eru nevnd frammanfyri. 

Vegna Frystilínuskipini 

Ågot, Klakkur, Stapin, Kambur og Eivind