Skráin til Okkara Tórsfest

Mentan16-07-2018 - 17:03 - Jóanis Albert Nielsen

Carpark North hava áður prógvað, at teir kunnu fáa eina fjøld at hoppa og rokka. Elektroniski rokkbólkurin, sum m.a. eigur hittini Transparent & Glaslike, Human, Army of open Arms fer at borðreiða við einum giga showið, sum fær allar glaðar sálir at skrála við. 

Heimskendu genturnar í Icona Pop hava verið á útseldum konsertferðum saman við Miley Cyrus, Katy Perry og One Direction og hava spælt á óteljandi festivalum og konsertum kring heimin. Í fjør vórðu tær eitt av stóru nøvnunum á Roskilde Festivalinum. Og nú fáa vit tær á Okkara Tórsfest 2018.

Burak Yeter er maðurin handan monsterhittið “Tuesday”, sum hevur buldrað alt summar á dansigólvum og útvarpsrásum kring heimin.

Smokie hava pakkað kuffertini á tremur við vælkendu hittunum, og eru klárir til eina syng-við veitslu av besta slag.

Burhan G er fólkaogn í Danmark, og hevur ferð eftir ferð prógvað, at hann dugir at framleiða popptónleik í heimsflokki, og hetta fer hann eisini at vísa føroyingum á Okkara Tórsfest.

Harumframt bjóðar Okkara Tórsfest Maria Montel, Jacob Dinesen, Danny and The Veetos, Signar í Homrum, Vit vilja ongantíð doyggja, Barnadix og Bubu. Sostatt kunnu vit staðfesta, at hetta er besta Okkara Tórsfest skráin nakrantíð.  

Okkara Tórsfest byrjar longu leygardag kl. 16:00 við barnatiltøkum, og til ber at keypa atgongumerki í Power í SMS, Fast-handlum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo.

Vit síggjast til Okkara Tórsfest, 21. juli í gongugøtuni í Havn.