Skráin fyri hondbóltsskúlan

ítróttur03-08-2019 - 09:23 - Jóanis Nielsen

HSF:Her sæst skráin fyri hondbóltsskúlan hjá HSF, sum verður í hallunum í Havn, Argjum og Hoyvík mánadagin 5. august og týsdagin 6. august. Tak skránna og leikarayvirlitið niður her.

Býtið merki við, at tvey bløð eru í excel skjalinum – ein yvirskipað skrá og eitt yvirlit yvir hvar hvør leikari skal vera hvønn dag.Leikarayvirlit – Hondbóltsskúli 5 og 6. august 2019

Leikararnir fáa áðrenn venjingarnar byrja ein bólt, eina t-shirt og ein vatndunk. Ávegis í venjingini fáa leikararnir eisini eitt ábit, frukt og okkurt at drekka. Alt annað, sum leikarunum tørva, mugu teir hava við sjálvir.

Leikararnir, sum luttaka á hondbóltsskúlanum, fáa eitt atgongumerki til framsýningardystin millum føroyska A-landsliðið við monnum og danska stórfelagið BSV, sum verður í Høllini á Hálsi mikudagin tann 7. august, kl. 20.00.