Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2018

Mentan08-08-2018 - 22:29 - Jóanis Albert Nielsen

FØROYA SJÓMANNADAGUR 2005 – 2018:

Føroya Sjómannadagur hevur til endamál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki. Øll tiltøk á Føroya Sjómannadegi eru ókeyis.

Høvuðsstuðul:Klaksvíkar Kommuna & Norðoya Sparikassi

Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2018

MÁNADAGIN 13. AUGUST

Kl. 19:00

Grannskoðarafyritøkan NUMEO leggur fram feska greining, sum vísir fíggjarligu støðuna hjá veikasta parti av flotanum, útróðrar- og línuflotanum.

Fyrilestur í Gamla Seglhús í Klaksvík.

Símun Absalonsen, Bjarni Arnason og Arni Poulsen frá Grannskoðaravirkinum Numo leggja fram.

TÝSDAGIN 14. AUGUST

Kl. 19:00

ÚR ØSKUNI INN Í FRAMTÍÐINA.

Bogi Jacobsen, stjóri í uppisjóvarvirkinum, Varðin Pelagic

greiður frá endurbyggingini av uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri og visiónum aftan fyri virkið á Tvøroyri.

Framtíðin í Fiskivinnuhøvuðstaðnum

Jógvan Skorheim borgarstjóri greiður frá menningini av Klaksvík og visiónunum og ætlanum, sum býráði hevur sett út í korti og framtíðarkørmum fyri vinnu-, handils- og mentanarlív.

Aftaná framløgurnar verður høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Eisini ber til hjá fólki at royna serliga 3D útgerð og uppliva framtíðar miðbýin í Klaksvík í tykisveruleika (virtual reality).

Eisini bjóðar Sjómannadagur kaffi og smákøkur.

Tiltakið verður í Miðhøllini á Skúlatrøð.

MIKUDAGIN 15. AUGUST

19.00

Fiskivinnutingið vigar lógina um sjófeingi

Hvussu roynist nýggja lóggávan, og hvussu gongur við skiftinum frá fiskidagaskipanini til eina kvotuskipan fyri heimaflotan?

Marknaðargrundað skipan. Fleiri aktørar inn í vinnuna. Útlendskur ognarskapur burtur. Uppboðssøla. Menningarkvotur……..

Á árliga fiskivinnutinginum á Sjómannadøgunum kjakast formenninir í teimum sjey politisku flokkunum um fyrstu royndirnar av fiskivinnunýskipanini.

Fiskivinnutingið er ein almennur fundur, har eisini áhoyrarnir fáa høvi at seta politikarunum spurningar.

Luttakarar:

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

Norðlýsið stroymar fundin.

HÓSDAGIN 16. AUGUST

19.00

Datt fyri borð og rak einsamallur í sjónum í næstan eitt heilt samdøgur.

Danin Thorbjørn Hendil var í 2015 út fyri eini hending á sjónum, sum kundi kosta honum lívið. Einsmallur í báti sínum av Ærø til Keypmannahavnar, var hann áhálsin og endaði á sjónum, har hann sær seglbátin sigla frá sær. Nú byrjar ein dystur fyri at yvirliva. Í út við eitt samdøgur rak hann á sjónum.

Fyrilesturin verður í deildini hjá Betri í Klaksvík.

FRÍGGJADAGIN 17. AUGUST

18.00

Fiskikapping á Kósabrúnni.

Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni.

Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti.

Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini fáa fríbilett til Cirkus Baldoni og verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 18. august.

19.00

Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip

Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.

Silgt verður í ring inni á vánni og kríggið endar tá Sjóverjuskipið Brimhil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðurin.

TRYGDARBOÐ:

Allir bátar skullu lurta á VHF-inum á Kanal 6.

Silgt verður móti klokkuni runt sjóverjuskipið Brimil

Um Brimil blæsir í lúðurin (eitt langt floyt) undir vatnkrígnum, skullu bátar og skip leggja stilt beinan vegin. Brimil blæsur í gongd aftur við tveimum stuttum floytum.

Vatnkríggji endar við at Brimil heilsar tríggjar ferðir við lúrðinum

ØLL SKULLU VERÐA Í BJARGINGARVESTI.

Øll sløg av skipum og bátum kunnu luttaka í vatnkrígnum. Tey sum ætlað at luttaka verða vinarliga biðin um at boða frá við at ringja til Eyðstein Poulsen, tlf. 217014.

Kaptain Gardar Vatnkríggj

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggj fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.

Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatn kanón o.ø..

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj, er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa kring um í landinum. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. august kl. 15:00.

Í deildunum hjá Norðoya Sparikassa fáa børnini ein vatnpistól (avmarkað nøgd).

Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.

LEYGARDAGIN 18. AUGUST

09.00

Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.

10.00

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við langu-kaj. Westward Ho, Dragin, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.

10.30

Merkið vundið á stong

Umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merki í húnar hátt meðan Tjóðsangurin verður sungin.

Tá tjóðsangurin er sungin er borðreitt við Kaffi, Te, Kakkao, Sjómannabolla og vinarbreyði á bryggjuni.

10.45

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Høgni Hoydal,

landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.

Skipalista-Kvissin.

Undankapping til stóru finaluna í spurnar kappingini hjá Skipalistanum, sum verður á stóra pallinum kl. 15:15.

11.00 – 12.00

Harmonikutónleikarar, frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, spæla kend løg í stóra tjaldinum.

11.00 – 18.00

Listaframsýningar.

Lydia Petersen og Magna Auðunsson sýna fram í stóra tjaldinum.

Edward Fuglø hevur opið atelier í gomlu Sýslumans húsunum.

11.00-16.00

Norðoya Fornminnasavn opið

11.00 – 19:00

Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

11:00 – 17.00

Sjórænaraskip og bátar leggja at bryggju og sigla túrar við børnum.

Kaptain Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR .

Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.

Øll, sum klára royndirnar, fáa eitt diplom frá Kaptain Gardar & Stampi.

11.00 – 17:00

Vilt á sjónum:

Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin

- Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. …. ÓKEYPIS!!!

- Royn teg hangandi afturúr speedbátum, sitandi á luftpútum…..ÓKEYPIS!!!

11.00 – 17:00

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.

12.00

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør.

Tilmelding á pallinum.

13.00 – 19.00

FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ

----

Fish & Chips frá JFK

JFK bjóðar aftur í ár Fish & Chips á Sjómannadegnum.


Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum e
plum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið.

Kokkar eru brøðurnirGavin og Craig Lewis, sum eisini hava verið við undanfarin ár. Teir koma frá matstovuni Lewis’s Fish & Grill, sum teir júst hava stovnað í London. Afturat kokkunum Gavin og Craig Lewis kemur kokkurinPete Calvert,sum í ár varð kosin ”Young Fish Frier of the Year 2018” í Stórabretlandi.

JFK hevur sostatt útgjørt seg væl at servera Fish & Chips til allar gestirnar á Sjómannadegnum. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.


Opið verður frá kl 13, og so leingi sum fólk ynskja at fáa Fish & Chips.

-----

Bakkafrost á Sjómannadegnum

Vit á Bakkafrost eru errin av okkara vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum.

Á Sjómannadegnum fara vit at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum, á dekkinum umborð á M/S Rólant.

Legg leiðina framvið og royn hesar leskiligu, men heldur øðrvísi smakkiroyndir. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

-----

Samtakið Christian í Grótinum bjóðar Makrel.

Á sjómannadøgunum í ár hava vit valt at gera ein rætt við heittroyktum makreli, sum verður royktur á staðnum og eftir ætlan borðreiddur flógvur.

Afturvið er ein eplasalat og nakað av súltaðum reyðleyki.

Makrelurin er fiskaður í juli 2018 og er rætturin vit bjóða í ár enn eitt dømi um hvussu vit kunnu eta fyrstafloks makrel fiskaður á leiðunum runt Føroyar.

Omaná bjóða vit kaffi og eina rabarbu desert frá Bakaríinum.

-----

Grinda buffé við stóra tjaldi

Kóka fesk grind, spik, eplir við sterkun sinoppi afturvið.

Grillaðir grindabúffar, við rómaeplum.

----

13.00 – 17.00

Opið skip umborð á danska sjóverjuskipinum Hvidbjørnen. Manningin vísur runt og bjóðar pannikøkur, kaffi og saft.

13.00 – 17.00

Opið skip umborð á Brimli. Manningin bjóðar heitar vaflur og Kakao.

13.00 – 17.00

Opið skip umborð á rannsóknarskipinum hjá Havstovuni, Magnus Heinason. Granskarar sýna fram royndarstovur og ymiskt annað áhugavert. (Av tí at Magnus Heinason hesa tíðina av árinum ger ymiskar royndir verður ikki greitt fyrr enn á Sjómannadegnum um skipið luttekur)

(Luttøkan á Sjómannadegnum er treyta av at Magnus Heinason verður liðugur við yvirlitstrolingarnar)

13.00 - 17.00.

Opið hús á Looknorth.

Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast.

Víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.

Høvið verður eisini at uppliva nýggjastu framleiðsluna av føroyskum leypum. Eisini ber til at keypa leypin.

13.00 - 17.00

Vardi verkstaðurin á Brekku og virkis- og tilhaldsstaðið, Gloym meg ei, sýna fram í café-ini hjá Looknorth.

13.00 - 17.00

Ókeypis kramarísar.

Føroya Sjómannadagur bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin.

13.00 – 17.00

Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

13.00 – 17.00

Blái króssur deilir ókeypis ballónir út til børn.

13.00

Kapping fyri kajak-rógvarar á Vánni.

Stórir vinningar.

Tilmelding: Jákup Jacobsen Leitisvegur 5 -785 Haraldssund

13.00 – 17.00

Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum.

13.15

Skera upp grind

Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp.

Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.

13.30

Bjargingarroynd við Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.

Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing.

14.00 – 17:00

Føroyameistarakapping – Kassastabling

Norðoya MC skipar fyri

14.00 – 18.00

Silja-Star siglir til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara.

Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík.

Siglt verður frá Langu-kaj kl. 14:00, kl. 15:00, kl. 16.00, og kl. 18.00.

14.00

Føroyameistarakapping - Agnskering

Tilmelding á pallinum

14.00 – 15.00

Harmonikutónleikarar, frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, spæla kend løg í stóra tjaldinum.

14.15

Føroyameistarakapping í Egning

Tilmelding á pallinum

15.00

Føroya flottasta og átiligasta køka.

Heiðursmerki verða givin til flottastu og til átiligastu køkuna.

Nøvn á dómarum verða kunngjørd seinri.

Køkurnar skulu latast inn í stóra tjaldinum kl. 13.

15.15

Skipalista-Kvissin FINALAN – spurnarkapping.

Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir.

15.25

Svimjikapping á Vánni

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.

Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

17. 00

Føroyameistarakapping – Trolbøting

Tilmelding á pallinum

17.30

Togtogan millum skipsmanningar

Tilmelding á pallinum, 8 persónar pr. lið.

18:00

Føroyameistarakapping – Halda dregg

Tilmelding á pallinum

18.30

Føroyameistarakapping – Sjómannstak

Tilmelding á pallinum

19.00 (umleið)

Felagssangur í stóra tjaldinum.

Tá FM í Sjómannstaki er liðugt fara Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen at skipa felagsang við sjómannsvísum í stóra tjaldinum á bryggjuni.

20.00

Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri tiltaki um grindavísuna í Spaniastovu.

Jónleif Johannesen, greiðir stutt frá grindavísuni, søgugongd, yrkjara, og siðum, sum eru knýttir at grindavísuni.

Jógvan Ravnsfjall, greiðir frá grindarakstri um tað mundi tá grindavísan er yrkt (1835).

Eftir hetta verður farið uppá gólv at kvøða grindavísuna. Jóngerð Midjord skipar

Kl. 20.30

Sangfundur í nýggja Solo Deo Gloria í Klaksvík.

Samkoman í Solo Deo Gloria tekur nýggju hølini á Klaksvíksvegi 56 í brúk.

Ein drekkamauður verður aftaná sangmøtið.

SUNNUDAGIN 19. AUGUST:

11.00

Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni.

Hanus á Gørðum sóknarprestur prædikar.