Skrá til aðalfund hjá fornminnafelagnum

Lýsing14-03-2019 - 21:17 - Jóanis Albert Nielsen
Aðalfundur hjá Sandavágs Fornminnafelag verður 21. Mars kl 19.00 í húsunum hjá Jóan Petur Hentze við hesi skrá: 1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári. 2. Limalistin verður framlagdur. 3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi. 4. Áseting av limagjaldi. 5. Mál til viðgerðar 6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum 7. Val av 2 roknskapargrannskoðarum. 8. Ymiskt. Eftir aðalfundin verður í stuttum greitt frá hesum verkætlanum: Seyðamaðurin av Sondum. Eyðanstovuskipi.
Viðlíkahald og framtíðarætlanir við húsunum hjá Jóan Petur Hentze. Skanning av toftunum av húsunum hjá løgmanni. Skráseting av fornminnum í Sandavági.
Garðsmyllan. Fundurin er almennur Møguleiki er at tekna seg sum lim. Sandavágs Fornminnafelag.