Skoytibreytin letur upp mánadagin

mentan16-11-2018 - 18:44 - Jóanis Nielsen

Tórshavn.fo:Tað er so lýtt í veðrinum og hevur regnað ov illa til, at tað hevur eydnast at fáa vøllin kláran at skoyta á. Veðrið fer at halda sama hita um vikuskiftið, so eftir ætlan letur vøllurin ikki upp í morgin sum ætlað, men mánadagin kl 14.


Vøllurin verður opin til á leið hálvan januar. Upplatingartíðirnar verða eins og seinasta vetur:

Mánadag – Fríggjadag 14 – 22

Leygardag 10 - 22

Sunnudag 14 – 22

Tó:

31. desembur - Nýggjársaftan 14-17
1. januar - Nýggjársdag 16-22
2. januar - 10-22
3. januar - opið sum vanligt.

Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:

Mánadag – Fríggjadag 9 – 14

Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at skriva til hollin@torshavn.fo