Skorheim stillar upp fyri Sjálvstýri

Politikkur23-05-2019 - 13:20 - Jóanis Albert Nielsen

Á landsnevndarfundi í gjár samtykti nevndin einmælt, at Sjálvstýri stillar upp við einum valevni til komandi fólkatingsval. Tað verður floksformaðurin, ið fer at umboða flokkin í valstríðnum.

Boðskapurin er ómetaliga greiður. Hetta valið er ein fólkaatkvøða um fólkatingssessin, 
sum byggir á donsku grundlógina, sum Føroyingar ongantíð hava samtykt skal verða galdandi fyri Føroyar, og Sjálvstýri vil við hesi uppstilling seta sjóneykuna á hesa skeivu skipan við fólkatingssessum. Ein skipan sum Sjálvstýri og Føroya fólk ongantíð hava samtykt skal verða galdandi fyri Føroyar, og sum stevnuskrá floksins heilt greitt vísir á, sigur formaðurin í landsnevnd Sjálvstýrisins Pól Jákup Poulsen.

At stilla fleiri valevnir upp, gevur onga meining, tá ið endamálið er, at avtaka sessin. Tí hava vit valt bert at stilla formannin upp, og við hesum at gera boðskapin enn greiðari, sigur landsnevndar formaðurin at enda.