Mynd Jonleif Joensen.

Skógvaeskjuguðstænasta í Vestmanna í kvøld

mentan24-10-2018 - 15:03 - Jóanis Nielsen

Í kvøld 24. oktober kl. 17.30 verður skógvaeskjuguðstænasta í Vestmanna kirkju, har eskjurnar við jólagávum til børn í fátøkum londum verða innsavnaðar. Vit fara at syngja, lesa evangeliið, hoyra søgu og vakran sang. Aftaná guðstænastuna verður boðið til spaghetti og kjøtsós í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vestmanna kirkja.