Skírisdagur

mentan18-04-2019 - 09:16 - Jóanis Nielsen

 Harri og frelsari vár, Jesus Kristus, vær tøkkum tær fyri, at tú av stóru náði tíni hevur givið okkum heilagu kvøldmáltíð tína, sum tú veitir okkum likam títt og blóð títt í. Vær biðjum teg, Gev okkum við heilaga anda tínum, at vit rættiliga taka ímóti hesi gávu tíni, so at vit av hjarta ásanna syndir okkara, minnast til líðing og deyða tín og trúgva fyrigeving syndanna og soleiðis dag frá degi vaksa í trúgv og vón og kærleika, inntil vit við tær verða sæl um ævir, tú, sum við faðir tínum livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar - Amen